Tónleikur, sum verður at hoyra á G! festivalinum í ár, er tema í sendingini.
Tað kann ikki koma óvart á nakran, at LEITISSTEIN er góður við G! festivalin. Onkursvegna hava G! og LEITISSTEIN sama endamál, nevniliga at útvega føroyingum góðan, fjølbroyttan og spikahamrandi feitan tónleik.
Aftur í ár hevur G! fesitvalurin ein sera spennandi tónleikaskrá, sum bjóðar alt frá popp og rokki til punk og tungmálm.
Kom og ferð við LEITISSTEIN inn í tónleikin á G! 2022.