"All At Once" kallast nýggja plátan hjá Orka, sum er tann sætta heildarútgávan hjá bólkinum, ið er meira ein tónlistarligverkætlan undir leiðslu av Jens L. Thomsen.
Seinastu níggju árini hevur Orka verið ein duo, tí Jens L. Thomsen, Innan Glyvur, hevur mannað Orku saman við Francine Perry úr London.
"Orka spælir progressivan elektroniskan tónleik. Tað er maximalistiskur elektroniskan tónleik," sigur Jens L. Thomsen, ið er gestur í sendingini, har tað verður prátað og hugleitt um elektroniskan tónleika og tónlist yvirhøvur.