Jólini eru ein siðbundin tíð, og soleiðis er eisini í LEITISSTEIN, har Eiler Sørensen aftur í ár er gestur og velur alternativan jólatónleik. Jólavættrarnir Katrin Rúnarsdóttir Reistrup og Rannvá Píl Heinesen, sum hava verið í starvsvenjing í KVF seinastu vikurnar, eru eisini við í útvarpsstovuni.