Leitisstein

LEITISSTEIN 21.03.2023 (Eyði Horsdal)


Listen Later

29 ára gamli sangarin og sangskrivarin Eyði Horsdal letur fríggjadagin 24. mars úr hondum fyrstu heildarútgávu sína "Songs with Eva".
Í tí sambandi er Eyði samvertur í LEITISSTEIN.
 
Songs With Eva, Eyði Horsdal
 
"Songs with Eva" er ein stillfør, sjarmerandi og innilig útgáva.
Eyði hevur skrivað 16 sangir burtur úr yrkingum eftir Evu Perrin Fontana.
Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. 
 
Eva Perrin Fontana
 
Eyði Horsdal sigur sum Evu:
"Eva Perrin Fontana er yrkjari, tónleikari og er somuleiðis ein góð vinkona hjá mær. Vit hittust, tá vit tóku eina bachelor í sangskriving í Onglandi í 2015-2017. Eva býr í London og fæst við tónleik og annað skapandi virksemi. Hon skrivar um gerandisdagin, ofta við einum longsli eftir eini róligari og meira nærverandi tilveru enn henni, ið stórbýurin krevur av okkum. "Songs with Eva" byrjar tó burtur úr ongum, tá ið Eva - fleiri ár eftir at eg seinast hevði sæð hana - brádliga sendir mær eina lítla yrking, hon hevði gjørt: The Train Station."
 
Foolish Blue
Mynd: Mirjam Jørgensen
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

LeitissteinBy Kringvarp Føroya


More shows like Leitisstein

View all
Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners