Í næstseinastu sendingini áðrenn Leitisstein verður koyrt í summarfrí, er nógvur spika hamrandi feitur tónleikur á skránni.
Fokus er á J.S. Ondara, sum er 26 ára gamal, og føddur í Kenya. Men hann vann eina kapping um eitt arbeiðloyvi í USA, og tað gav honum møguleikan at flyta til lovaða landið.
Hann hevur júst útgivið sína debutfløgu “American Dreams”.
Njótið hesa spika hamrandi feita sending, har tónleikur við LP, The Black Keys, Phantogtam, Kaizer Chiefs og øðrum er á skránni.