Tónleikapallurin er allatíðina í rørslu, og tað verður í hesi sending staðfest við, at tað í ár eru 25 ár síðani Suede gav meistaraverkið "Coming Up" út. Tí verða tríggir sangir av hesi útgávu spældir.
Annars er hópin av spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki á skránni, sum eisini verður blandaður við onkrum gomlum klassikara.
Njótið sendingina, sum er tann triðja í áttandu vertíðini hjá sendingini.
Her er playlistin hjá sendingini.