Sum tannáringur skrivaði Óli Poulsen millum aðrar sangirnar Heystið, Hey tú verð, Nýtt lív og So lítið skilji eg. Hann setti sær fyri at innspæla sangirnar einsamallur, tí vinmenninir, sum hann spældi í orkestri saman við, tímdu ikki at spæla hansara sangir. Innspælingin av sangunum í upptøkuhølunum hjá Evagelisku røddunum á loftinum í Ebenezer í Havn gjørdist startskotið til eina yrkisleið sum tónleikaframleiðari fyri Óla Poulsen. Í dag stendur Vónir-útgávan, ið kom út í 1984, sum ein varði í føroysku tónleikasøguni. Bandið við sangunum, sum í síni rót eru andaligir, ekkó'aði eisini tíðarinnar elektronisku New Wave-popptónar.