Grunge, sum merkir óhumska, kom brestandi sum eitt óløgi inn á altjóða tónleikapallin í 1990 og feigaði alt annað av pallinum. Og í fýra ár sat grunge-rokkurin á altjóða tónleikatrónini til oddamaðurin í "rørsluni", sangarin í Nirvana, Kurt Cobain, tók seg av døgum.
Nirvana, Pearl Jam, Alice In Chains og Soundgarden eru grungebólkarnir miklum, men í sendingini hoyra vit eisini bólkar sum Mother Love Bone, sum vóru við til at leggja lunnar undir grunge.
Og so hoyra vit eisini, at grunge hevur gingið eina uppreisn við bólkum sum IDJIT.
Njótið ein tíma við grunge.