70/3 er heitið á hesari heiðurssending fyri Tom Petty. Tað eydnaðist ongantíð at fáa hildið eitt ordiligt ervi fyri Tom Petty, tá hann andaðist 2. oktober 2017, 66 ára gamal.
Tí var tað upp á sítt pláss, at hava eina heiðurssending fyri Tom Petty í sambandi við, at hann hevði fylt 70 ár 20. oktober.
Í tvær og ein hálvan tíma fara Eiler Sørensen og Leitisstein gjøgnum tónlistarligu yrkisleiðina hjá Tom Petty og spæla tónleik av flestu útgávunum hjá honum.
Njótið ferðina Into The Great White Open við Leitisstein, Sørensen og Petty.