Nón

Lítið nýtt í granskingini


Listen Later

Hvat er nýtt í granskingini hjá Christer Lindqvist, professara við Universitetið í Greifswald, og broytir granskingin vanligu fatanina av, hvønn týdning Hammershaimb hevði, tá føroyska skriftmálið var evnað til?
Tað hava vit spurt Sólvu Jónsdóttir, forkvinnu í Málráðnum um. Eisini tosa vit við hana um, hvørjar høvuðsavbjóðingarnar eru í mun til at menna føroyska málið?
Sólvá Jónsdóttir vísur sum heild á, at vit altíð hava vitað, at Hammershaimb ikki gjørdi føroyska skriftmálið til einsamállur, og at millum annað íslendingurin Jón Sigurðsson eisini hevði ein stóran leiklut.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya