Ljóarin

Ljóarin 21. mars 2023


Listen Later

Í ár eru 100 ár liðin, síðani gomlu læknahúsini í Klaksvík, sum nú verða umvæld og dagførd til onnur endamál, vórðu bygd.
Og í dag fregnast vit um eitt nú søguna hjá læknahúsunum, um hvat tey skulu nýtast til, og hvørjar avbjóðingar eru, tá ið tú fert í holtur við eini gomul hús.
Vit skifta orð við Andrass Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni, Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, og FuglArk arkitektarnar Svend Sivertsen og Høgna Kastalag.
Í annaðkvøld hevur heimskendi sellospælarin, Boris Andrianov, konsert í Finsen í Havn saman við Jóhannesi Andreasen á flygil.
Vit tosa við teir báðar um eitt nú tað serliga, at konsertin kom í lag, tí at kona Boris keypti honum ein ferðaseðil til Føroya fyri fýra árum síðani, so at hann kundi fara at fjakka í fjøllunum.
Nú altjóða down syndrom dagur er í dag, samstundis sum tað eisini er altjóða dagur fyri yrkingum, fara vit at hoyra Elin Løkin, sum júst á hesum degi fyri tveimum árum síðani lat úr hondum yrkingasavnið Vakrasta stað, lesa eina av sínum yrkingum.
Tú kanst hoyra sendingina her!
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

LjóarinBy Kringvarp Føroya