Tey eru fleiri og fleiri, ið brúka sonevndu ljóðbøkurnar. Vit skifta orð við Sjúrð Ravnsfjall frá forlagnum Sprotin, Steintór Rasmussen, rithøvund, og Arna Zachariassen, sum í stóran mun ger nýtslu av ljóðbókum.
Í samband við at Christianskirkjan í 2013 rundaði tey fimti, varð listarmaðurin Edward Fuglø biðin um at gera eitt listarverk til kirkjukjallaran, og úrslitið gjørdist tíggju rundir træskurðir.
Og nú hevur Nils Ohrt skrivað bók um hesi listarverk. Í gjárkvøldið varð skreytbókin Boðskapurin í trænum løgd fram í Christianskirkjuni. Og Nón var á staðnum.