Brunsj

Magni Christiansen er gestur í Brunsj


Listen Later

Magni Christiansen er 50 ár, føddur í Tórshavn, uppvaksin og búsitandi í Vestmanna 
Magni er best kendur sum kontri tónleikari og sangari. Hann hevur givið 8 heildarútgávur út, og tann 9. kemur eftir ætlan út í summar. Í sendingini hoyra vit eitt lag av komandi útgávuni. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magni frá síni familju og frá uppvøkstrinum í Vestmanna. 
Í sínum vaksna lívið hevur Magni starvast mest sum stuðul og hjálpari hjá bæði børnum og vaksnum. Millum annað hevur hann arbeitt á barnaheimi í Føroyum og í Danmark og á Eiragarði í Havn. Seinastu fýra árini hevur Magni starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum Áarlon í Kvívík. 
Í sendingini verður eisini prátað um fleiri upplivingar og hendingar, ið hava myndað hansara áhugaverdu tónleikaligu yrkisleið. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

BrunsjBy Kringvarp Føroya