- Ein regla føðist innan í mær. Síðan spratt sangurin og innihaldið burtur úr tí regluni.
Martin Joensen hevur skrivað eitt ótal av sangum, og nógvir teirra eru vorðnir fólkaogn. Sangirnir hava ofta reglur, sum siga eina heila søgu.
"Tað gongur nokk" er ein teirra, og hon hóskar eisini væl til, hvussu Martin Joensen sjálvur sær lívið. Tað gongur ikki altíð, sum ein hevði ætlað sær, men tað gongur alt kortini.