- Skalt tú fáa fólk at lesa ella lurta, so kanst tú ikki altíð pakka alt inn í vatt. Tú mást siga tingini klárt og týðiliga, men hampuliga.
Setningurin, ið kemur frá Martini Næs í hesi samrøðuni, lýsir bæði Martin og hansara nýggju bók rættiliga væl.
OPERA MEN EINGIN OLJA er eitt úrval av greinum, sum Martin Næs hevur skrivað í 25-ára tíðarskeiðnum frá 1996-2021. Tað vil siga árini, tá ið hann fyrst var landsbókavørður og síðan stjóri í mentamálum í mentamálaráðnum.