Í sendingini tosa vit við foreldrini, Victor og Mirjam Carlsen, ið eru sera spent, hvussu tað fer at gangast døtrunum leygarkvøldið.
Sanband er eisini til Danmarkar, har Vanja, Laila og Barbara greiða frá fyrireikingunum og hvussu tað kom í lag, at tær fingu møguleikan at syngja til danska Melodi Grandprix kappingina.
Eisini verður tosað við Brand Enni, sum hevur roynt seg í svensku Melodi Grandprix kappingini og Jens Marna og Petsy Tvørfoss, ið hava roynd seg í tí donsku.