Hvørji rák eru í føroyskum tónleiki í dag? Hendan og aðrar spurningar umrøða vit saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikara og tónleikafrøðingi.
Hvønn týdning hevur tónleikur fyri menning hjá børnum og hvussu verður arbeitt við tónleiki á føroyskum dagstovnum? Vit hava vitjað í Mylnuhúsinum í Klaksvík.
Í hvønn mun kann føroyskur tónleikur gera seg galdandi uttanlands? Vit skifta orð við Sunleif Rasmussen og Teit Lassen, sum báðir hava roynt seg og staðið seg væl uttanlands, og Oyvind av Skarði, ið er fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.