Hósdagin 4. apríl vóru 70 ár liðin, síðani NATO varð sett á stovn, og í dagsins TemaTýsdegi lýsa vit NATO í bæði altjóða og føroyskum høpi.
Í orðum og brotum lýsa vit tilgongdina og søguna hjá NATO.
60 ár eru síðani NATO kom til Føroya. Og í orðum og brotum minnast vit eisini hesa hending.
Saman við Sámali Tróndi Finnson Johansen, søgufrøðingi, lýsa vit Føroyar í Kalda krígnum.
Og saman við Niels Boje Christensen vitja vit inni í tí einaferð so loyniliga Sornfelli.
Fyrst í seinra tímanum fara vit til verjupolitikk i Føroyum í dag.