Hvat er skón? Og kann skón vera list? Vit hava leitað okkum til Toftavatn at finna svarið. Anette Sonne hevur saman við Visit Runavík skipa fyri framsýning við heitinum Náttúrunar listaverk, har innlit kann fáast í livandi verur í náttúruni. Og hon svarar spurninginum, um skón kann vera list.
Og so hitta vit Kemm Poulsen, sum fekk staðfest Parkinson fyri nøkrum árum síðani. Fyri at halda seg í gongd, hevur hann yrkt nógv hesa tíðina. Fleiri av yrkingunum eru nú vorðnar til sangir hjá kendum sangarum.
Øll sendingin kann hoyrast her.