Komandi vikurnar eru fleiri áhugaverd tiltøk á skránni í Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll. Men hvussu arbeiðir bókasavnið fyri at vera viðkomandi fyri borgararnar, og hvørjar eru visjónirnar hjá einum nýmótans bókasavni í 2021. Vit tosa við leiðaran.
Nýskrivaði føroyski leikurin, Portrettið, eftir Jóanes Nielsen verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygarkvøldið. Í dag hitta vit leikstjóran, Guðjón Pedersen, og Niclai Falck, ið spælir høvuðsleiklutin sum Mikines.
Øll sendingin kann hoyrast her