Leikurin "Leitanin eftir at vera", sum er skrivaður og leikstjórnaður av Katarinu Nolsøe, varð sýndur fyrstu ferð sunnukvøldið 7. apríl á Tjóðpallinum. Suni Poulsen og Marita Dalsgaard ummæla leikin.
Norðurlendsk bókabinding 2018 er á Landsbókasavninum, og til ber at vitja bókbindaraverkstaðin, har Sóleyg Kjærbæk starvast. Vit hitta Sóleyg.
Bókadeildin setir sjóneykuna á ung, kríggj og søgur. Kristianna Poulsen og Silja Aldudóttir frá Bókadeildini vitja Nón; tær greiða frá tiltakinum og bókunum "Zenobia" og "Um kríggj var í Norðurlondum".