50 ár eru liðin síðani felagið Javni varð sett á stovn, og leygardagin verður stórt hátíðarhald í miðbýnum.
Vit lýstu í Nón í gjár søguna hjá menningartarnaðum í Føroyum og í dag tosa við verandi forkvinnu og undanfarnu forkvinnu í Javna um arbeiðið hjá felagnum í dag og seinnu árini.
Eisini tosa vit við tvær ungar kvinnur úr "Spyr Meg", sum er nevnd undir Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.