Í dag kemur út forvitnislig bók um Staðarnøvn í Mykinesi eftir Steingrim Abrahamsen. Bókin viðger tey umleið 1500 staðarnøvnini í Mykinesi. Steingrim Abrahamsen greiðir frá bókini.
Listafólk eru hart rakt av avlýsingum í kjalarvørrinum á herdu koronutiltøkunum, sum myndugleikarnir mæla til. LISA hevur enn einaferð gjørt vart við støðuna. Marita Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasambandi Føroya, greiðir frá.