Í dag eru júst 50 ár síðan, at filmurin Let it be varð frumsýndur. Og fimm dagar frammanundan kom LP-plátan við sama navni út.
Let it be var tólvta LP-útgávan hjá The Beatles og samstundis tann síðsta frá bólkinum, sum spældi saman í 10 ár frá 1960-1970.
Beatles kollvelti ikki bara heimin, men var eisini ein margfullur máttur í stóru byltingunum í 60-árunum. Let it be var sostatt tann síðsta staðfestingin og heilsanin frá John, Paul, Georg og Ringo.