Í hesum døgum letur Steintór Rasmussen úr hondum nýggju barnabókina Tvøri og Tvassa, sum Steintór hevur skrivað, meðan Eydna J. Steinberg eigur tekningarnar í bókini. Vit tosa við tey bæði fyrst í sendingini.
Nýggjur heimildarfilmur um Poul F. Joensen varð vístur í Kringvarpinum á páskum. Vit tosa við Suna Merkistein, sum saman við Hans Peturi Hansen, gjørdi sendingarnar. Vit spyrja millum annað, hvussu tað er at finna javnvág millum innihald og tekniskar upptøkumøguleikar.
Tú kanst hoyra sendingina her!