Hvussu sær valdsbýtið í heiminum út um 25 ár, og hvussu fara miðlar og broytt miðlanýtsla at ávirka almenna kjakið og fólkaræði í framtíðini? Tað eru millum spurningarnar vit fara at umrøða við kenda danska sjónvarpsvertinum Clement Kjersgaard.
Fyrsta føroyska krimisjónvarpsrøðin TROM var loksins frumsýnd um vikuskiftið, og vit ummæla røðina saman Birgir Kruse og Katrin Joensen-Næs.