Palllistafelag Føroya hevur havt stovnandi aðalfund fyri tveimum vikum síðan. Felagið skal fevna um allar tær listarligur og handverksligu yrkistættirnar, sum hava við føroyska palllist at gera, sigur ein av stovnarunum, Annfinnur Heinesen.
Føroyar vunnu EM-gull fyri skúlaabókina "Finka - ein lærubók í føroyskum". Nón fylgdi við, tá ið virðislønin varð latin.
Og so fylti Cliff Richard 80 ár hendan dagin. Tað hoyrdist eisini á sendingini, hendan fyrsta dagin í vetrarhálvuni.