Íverksetan og nýmenning eru orð, sum javnan eru á lofti í hesum døgum, og tað setur eisini dám á dagsins Nón.
Innovatión er ikki lærugrein í fólkaskúlanum, men millum annað Eysturskúlin hevur lagt seg eftir at undirvísa í nýmenning og íverksetan. Skúlin skipar fyri skeiðum í innovatión fyri 5.-9. flokkarnar, og eisini ber til at taka breyt á Nám X í íverksetan. Vit vóru ein túr á Eysturskúlanum og tosaðu við Inga á Smið og Petur Hentze Niclasen, sum samskipa og undirvísa í innovatión og íverksetan á Eysturskúlanum.