Nógv kjak hevur verið um ætlanirnar hjá uttanríksmálaráðharranum um sendistovu í Jerusalem. Nógv tala at, men tað eru eisini fleiri føroyingar, sum treytaleyst elska Ísrael. Vit spyrja formannin í vinafelagnum Føroyar-Ísrael, hví Ísrael liggur teirra hjørtum so nær.
Árliga kristiliga legan Teen Street, sum vanliga verður hildin í Týsklandi, er avlýst. Nú verður hon í Føroyum, tí 20 samkomur hava tikið seg saman um at hava leguna. Meira um tað seinni í sendingini.