Sendingin "Mjadnabørn" lýsir hjartaskerandi søguna hjá tveimum av teimum umleið 40 føroysku børnunum, sum vóru send til Danmarkar til viðgerðar í fyri mjadnasjúku. Men hvat ger tað við eitt barn, at vera tikið frá sínum foreldrum í so ungum aldri. Vit tosa við Dagmar Joensen Næs, dokmentarleikstjóra og Anna Debes Hentze, sálarfrøðing.