Næstan 100 ára gamla tíðarritið Varðin hevur fingið nýggja ritstjórn. Tvær úr ristjórnini, Rakel Helmsdal og Sanna Klein koma á gátt í Nón.
Orkestrið Aldubátan hevur 25 ár baki, og vit tosa við ein av stovnarunum, Ólav Jakobsen.
Fyrsta FM í hálvum ironman verður hildið fríggjakvøldið á jóansøku í Vági.
Og í gjár var Janus Rasmussen tilnevndur norðurlendsku tónlistavirðislønina.
Vælkomin til Nón hendan mikudagin 17. juni, tá ið grannatjóðin Ísland heldur sín tjóðardag.