200 ár er liðin síðani, at stóra russiska skaldið Fjodor Dostojevskij var borin í heim. Hvør var hann, hvussu skrivaði hann, og hví er hann enn áhugaverdur og viðkomandi at lesa í dag? Tað varpa vit ljós á í Nón í dag saman við Bergi Djurhuus Hansen og Jón Tyril.
Sluppin er heiti á snotuligari bók, sum 90 ára gamli Sune Joensen hevur givið út á Sprotanum. Við bókini hevur Sune sett ein sjáldsaman varða yvir skipið, ið legði lunnar undir føroyskan fiskiskap á fjarleiðum. Vit hitta Suna Joensen.
Hoyr alla sendingina her.