Nón

Nón 18. mars 2022


Listen Later

Eftir stuttari tíð hevur hann fingið tvær tær størstu listaligur viðurkenningarnar í Føroyum. Hetta meðan hann hevur verið álvarsliga sjúkur. Vit hitta Martin Joensen, sum fekk FMA-heiðursløn um vikuskiftið og fyrr í ár fekk serstøku virðisløn landsins.
Noise concert. Ja, hvat er tað? Sambært Sprotanum kann enska orðið Noise merkja bæði óljóð, gangur, rómur og suð. Vit tosa við Heðin Ziska Davidsen, sum er ein av teimum, ið skal framføra á noise-konsertum um vikuskifti.
Og so hoyra vit, hvat Høgni Djurhuus hevur valt at viðmerkja hesa vikuna í Høgnatáttinum.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya