Hann er kendasti tónlistamaður, vit eiga. Framførslur úti í stóru verð bíða eftir at fáa grønt koronaljós. Koponisturin Sunleif Rasmussen, hvørs tónleik flestu fólk hava eina meining um, fyllir 60 ár í dag, og hann var gestur í sendingini.
Tað, at vit skilja hvønn annan í Norðurlondum, verður ofta sagt at vera grundarlagið undir okkara felags samleika. Í nýggjari kanning verður spurt, um ungir norðurlendingar eisini kenna seg hava eina felags málfatan. Kristina Jensen og Jastrid Dalbø frá áhugafelagnum Føroyamál vitjaðu.