Hvussu tað kennist at hava alzheimer, og hvussu broytist gerandisdagurin, tá ein gerst sjúkur ella hevur maka, ið gerst sjúkur.
Altjóða alzheimer er leygardagin, og vit tosa við eini hjún, sum liva við sjúkuni Alzheimer. Marjun Restorff, leiðari á Demensklinikkin útgreinar, hvat alzheimer er, hvussu verður sjúkan viðgjørd, og hvussu umstøðurnar eru hjá teimum, ið hava demens.