Mentanargrunnur Landsins hevur latið listafólkalønirnar í ár: Rakel Helmsdal fyri bókmentir, Silju Strøm til myndlist og Gunnvá Zachariasen fyri leiklist. Tær tríggjar fáa nú fasta løn í trý ár, so at tær burturav kunnu arbeiða við síni list.
Rakel, Silja og Gunnvá vitja Nón, har vit tosa um, hvat tað hevur at týða fyri tær, hvør ætlanir tær hava, og vit nerta eisini við kjarnuna í teirra listargrein.