Ivi er aftur sáddur um, hvar Tjóðleikhúsið skal standa. Jenis av Rana, landstýrismaður í mentamálum, og umboð fyri Tórshavnar býráð, ávikavist Heðin Mortensen og Annika Olsen, kjakast um Tjóðleikhúsið.
Býarbókasavnið í Havn er farið undir at skipa og innrætta ein part av bókasavninum serliga til ung. Eitt ungdómsbókasavn. Vit hitta virkandi býarbókavørðin, Vígdis Bjarnadóttir.
Og so fregnast vit hjá Havnar Bio, sum fer at senda sendirøðina Trom í fullari longd.