Í summar lat Hanus Kamban úr hondum stórverkið Hans Andrias - eitt bókaverk í tveimum bindum um Hans Andrias Djurhuus. Turið Sigurdardóttir, bókmentafrøðingur, fer at ummæla verkið.
Hvussu hava føroyskar bøkur tað í dag? Hesar og aðrar spurningar viðgera vit í dagsins bókapráti, og tað verður saman við Jógvani Isaksen, bókmentafrøðingi og rithøvunda.
Norðuri á Strond, skamt frá Haraldssundi, finna vit ein nýggjan og spennandi bygning - monulitiskan á at líta, og sum SEV hevur latið byggja. Vit ummæla bygningin saman við Alberti Isfeld, arkitekti.