5. november vóru 100 ár liðin, síðani próstasonurin og listamaðurin Regin Dahl varð borin í heim.
Og hóskvøldið gevur Sprotin út nýggja bók um Regin Dahl, "Heimurin, ið hvarv - útlagna tónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin", ið Knút Háberg Eysturstein hevur skrivað. Vit hitta høvundan fyrst í sendingini.
Sunnudagin varð kunngjørt, hvør hevði vunnið fyrstu og aðru virðisløn í útvarpsdokumentarkappingini. Ein av dómarunum var Linda Mortansdóttir.