Hvat eyðkennir Palla Gregoriussen sum arkitekt og hvønn týdning hevur Palle havt fyri føroyska bygging?
Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við arkitektunum Hannisi Egholm og Alberti Isfeld, nú nýggj bók um arkitektin og listarmannin J. P. Gregoriussen er á gáttini.
Nýggja bókin um J. P. Gregoriussen - Palle, telur umleið 250 síður, og lýsir Palla Gregoriussen sum persón, arkitekt og listarmann, samstundis sum nomið verður við eitt nú uppvøkstur og familju. Í bókini eru eisini nógvar myndir og tekningar.