Mentanarritið Varðin hevur 100 ár á baki, og til hetta høvið er tann 88'indi Varðin útkomin í gyltari permu. Vit hitta ein av ritstjórunum, sum er Sanna Klein, og vit fáa eisini rithøvundin Hanus Kamban á gátt at hugleiða um týdningin og søguna hjá Varðanum.
Bókaframløga var í gjár av nýggju bókini hjá Rakel Helmsdal Reiggjan, og um mánaðarskiftið kemur nýggj barnabók út eftir Aðalbjørg Linklett, Langa Lina Langomma. Vit kava niður í søgurnar og umrøða skrivitilgongdina.
Hoyr alla sendingina her