1. oktober fóru sáttmálanir hjá 15 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum úr gildi, og hósdagin í síðstu viku byrjaðu sáttmálasamráðingarnar, tá Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fóru á fund.
Seinastu sáttmálasamráðingar fyri tveimum árum síðani, vóru merktar av trimum stórum verkføllum - hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, námsfrøðingunum og ljósmøðrunum.
Men hvat kunnu vit vænta av komandi samráðingum, hvørjar eru avbjóðingarnar hjá samráðingarpørtunum at koma fram til nøktandi semjur fyri báðar partar, og riggar skipanin nóg væl?