Hóast hann mangan kemur við teimum keðiligu boðunum, er hann dagligi miðlagesturin, sum flestøll eru vorðin góð við og hava álit á. Pál Weihe er okkara hósdagsgestur.
Mikudagin var Jenis av Rana, landsstýrismaður, á talgildum fundi við 130 mentamálaráðharrum úr øllum heiminum um mentanarlig átøk í korona-kreppuni. Vit spyrja, hvat kom burturúr.
Og so tosa vit við leiðaran á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, Gudmund Joensen, fyri at frætta, hvussu støðan er har.
Hoyrið sendingina her