Frændin Rani Nolsøe gongur ókendar leiðir við síni fyrstu soloútgávu við tíggju nýggjum løgum. Vit práta um útgávuna og løgini, vit gera eitt legg aftur í tíðina við Frændum, men vit skifta eisini orð um lívið, sum tað vísir seg á fløguni Ókendum leiðum.
Hvat er ein professari? Vit spyrja Firous Gaini, sum hevur hildið sín professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í dag. Vit skifta eisini orð um hansara gransking í ungdómsmentan.
Øll sendingin kann hoyrast her.