Fróðskaparsetrið er um at gerast eitt Magna Charta Universitatum. Vit fáa vitjan av Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Setrinum.
Silja Strøm hevur latið upp framsýning í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Vit vóru við til ferniseringina, har vit tosaðu við Hans Paula Strøm, pápa Silju, og Kinnu Poulsen, listfrøðing. Silja sjálv er "covid-fangað" í Skotlandi.
Áhugin uttanlands fyri vatninum úr Sumbiarbergholinum er vaksandi. Vit tosa við dagliga leiðaran á virkinum Kirvi, Jens Norðberg.