Føroyingar vóru ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina, eftir at landið var loyst úr ymsum einaveldisbondum miðskeiðis í 19. øld. Og donsku amtmennirnir høvdu lagt lunnar undir týdningarmiklar partar av hesu menning, skrivar Erling Isholm, søgufrøðingur, í nýggjari bók. Erling vitjaði í útvarpsstovuna.