Altjóða granskingarverkstovan "Leiðin til Arktis", sum Hallbera West hesaferð samskipar, verður í hesum døgum hildin í Føroyum. Vit frætta um tiltakið og eitt sindur um, hvussu ferðandi vísindafólk sóu Føroyar fyri á leið hundrað árum síðani og gott tað. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, var í útvarpsstovuni.
Framsókn mælir nú til eina samskipaða virkisætlan fyri føroyskt mál. Er tað nú neyðugt, hvat snýr tað seg um, og stendur so illa til? Ruth Vang svaraði spurningunum.