Vit fara í bókahornið, har Jonhard Mikkelsen sigur okkum um m.a. komandi útgávur frá Sprotanum, teirra millum eitt tvey bindsverk um føroyska bústaðarbygging í 150 ár, sum Jóan Pauli Joensen hevur greitt úr hondum, og eina stórslidna bók um arkitektin og listarmannin J. P. Gregoriussen, sum Hannis Egholm hevur skrivað og lagt til rættis. Eisini fer Bergur Rønne Moberg, lektari, at útgreina skaldsøguna Sóttin hjá Albert Camus, og hvat henda klassiska skaldsøgan kann siga okkum um tíðina í dag.
Tú kanst hoyra sendingina her!