Umstøðurnar hjá børnum og familjum, ið hava føroyskt sum annaðmál er eitt av evnunum, sum verður til umrøðu á tiltaki, ið felagið Móðurmál skipar fyri, nú tað í dag er Móðurmálsdagur. Vit tosa við Marjuna Ljómaklett, integratiónsprest, sum er partur av tiltakinum, men vit spyrja hana eisini, hvat ein integratiónsprestur fæst við.
Stóra føroyska bókaútsølan byrjar mánadagin, og í ár eru fleiri enn 450 føroyskir titlar at velja ímillum. Vit hitta formannin í bókhandlarafelagnum.