Í dag tosa vit við Turid Thomsen, sum í hesum døgum hevur latið úr hondum stuttsøgusavnið "Í løtuni", og eftir samrøðuna ummælir Jógvan Isaksen bókina.
Nýggja skaldsøgan "Gloymdur" eftir Solby Christiansdóttir verður eisini ummæld; tað er Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur, sum ummælir.
Í fyrra tímanum fara vit eisini undir nýggja táttin "Mítt yndislistaverk", og hesa ferð fara vit á gátt hjá Pál Weihe, lækna og granskara.